Ljóð-Tøkni
Yamaha CA

Sum umboð fyri Yamaha CA hevur Sp/f Ljóð-Tøkni møguleika at veita hópin av hátalarum, aktivum og passivum, umframt ljóðpultar frá Yamaha.

Yamaha lanseraðu eina nýggja røð av aktivum hátalarum sum nevnist DSR í fjørð. Henda nýggja serian er eftirfylgjarin hjá vælumtóktu MSR seriuni. DSR top hátalarirnir fáast í 12", 15" og 2x15" og ikki at gloyma ein aktivan 18" sub hátalara. Allar eindirnar hava ein Class-D forsterkara við DSP og leverar hesin forsterkarin upp til 1300W. Vit á Ljóð-Tøkni eru sera væl nøgdir við hesar hátalarar og serliga sub hátalarin sum er hópin betri enn gamli MSR800 subburin.

Í Januar í ár boðaði Yamaha frá aftur einari nýggjari seriu av hátalarum, henda serian nevnist DXR og minnir ikki sørt um DXR seriuna. DXR serian hevur eisini ein Class-D forsterkar. DXR hátalarirnir hava umframt XLR input, Jack og Phono, hetta gera at teir egna seg sera væl til minni tiltøk har ein kann seta bæði mikrofon og t.d. CD spælara ella iPod til uttan at brúka ein ljóðpult. DXR serian er nakað bíligari enn DSR serian og er kanska serliga rætta amatør ella semi-pro marknaðinum. Ljóð-Tøkni hevur allar hesar hátalararnar á okkara Showcase hølum í Álakeri, so er áhugið at hoyra og síggja hesar hátalarar er bert at seta seg í samband við okkum via teldupost ella telefon.

 

 
Harmonikudansur

Kyndil skipar fyri stórum harmonikudansi í Høllini á Hálsi leygarkvøldið 25. februar kl. 20.00.

"Syngið við" kvøld - Tres amigos undirhalda og spæla til felagssangin, ið byrjar kl. 20.00.

Luttakarar:
Mogens Bækgaard, Norrøna Dansband, Kallar, Tetra, Dansiorkestri Flamingo, Spælimenninir, Spælimenn úr Nólsoy, Harmonikumenn úr Klaksvík, Harmonikufelag Føroya.
Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Havn, á Magn-støðunum, í Expert og í Kiosk Vár.

Ljóð-Tøkni verður við og veitir ljóð og ljós útgerð, umframt teknikkarar til tiltakið.

 
Ljóð-Tøkni selur Earthworks Mikrofonir

Ljóð-Tøkni hevur fingið nýggja umboðan. Hesuferð er talan um vælumtóktu mikrofonirnar frá Earthworks.

Vit hava somuleiðis ogna okkum eitt Earthworks sett serliga gjørt til Trummur. Settið inniheldur tvær TC25 Omni, eina SR25 Cardioid og ein KickPad adaptor. Mikrofonirnar eru serliga væl egnaðar til studio upptøkur; men vit hava eisini roynt tær til Konsertir og eru vit

ómetaliga væl nøgdir við úrslitið. Hetta mikrofon settið er partur útleigingini hjá Ljóð-Tøkni, so um tær tørvar superior mikrofonir til eina upptøku ella framførslu so er bara at seta seg í samband við okkum.

 

 
Nýggjar Myndir

So eru vit farnir í holt við leggja fleiri myndir út á heimasíðuna av teimum mongu

ymisku tingunum Ljóð-Tøkni hava verið við at gjørt.

Allar myndir kunnu finnast undir heitinum 'Myndasavn.' Fleiri myndir koma so leypandi.

 
Brúkt útgerð til sølu

Hátalarar:

Dynacord PFE 200

Dynacord PFE 18,1

Dynacord SCR 400 top

Dynacord SCR 400 SUB

 

Forsterkarir:

Dynacord CL 1600

Dynacord PCA 2450

Dynacord PCA 2544

 

Monitorar:

EV 1502ER

 

Effekt processarir:

TC M-One

 

Ljóð pultar:

Yamaha GA 32/12 32ch

Soundcraft Spirit Live 8

 

 

 

 
Nýggj Umboðan

Ljóð-Tøkni hevur í dag gjørt veitingar avtalu við ETC Connect. ETC er framleiðari av teimum væl kendu og nógv umtóktu

Source Four lampunum.

Við hesari avtaluni hevur Ljóð-Tøkni møguleika at veita Source Four lampur o.m.a. beinleiðis frá framleiðaranum.

Hetta merkir at kundar kunnu fáa dygdar vøru fyri ein bíligari penga.

Send okkum ein teldu post og hoyr meira um prísir v.m.

 
Ljóð-Tøkni gevur ljóð til Brian Head Welch

Fjarðafestivalurin er nú farin í gongd og Ljóð-Tøkni leverar FOH og monitor ljóð til inni pallin.

Fríggjakvøldið framførdi Brian Head Welch saman við bólki. Bólkurin hevði egnan teknikkara við til at gera FOH ljóð, meðan okkara egni Hjalmar Hvítklett stóð fyri monitor ljóðinum.

Tað er ikki á hvørjum degi at vit hava tílíkar navnframar stjørnur á vitjan, og høvdu nógv fólk leita sær til Kelduna hetta kvøldið; eisini vóru nógvir Korn fjepparar komnir at lurta eftir "Head."

Hjalmar brúkti M2 og M4 monitor kassar frá D&B og ein Yamaha M7CL til at gera monitor ljóð til Brian Head og hansara bólk. Til FOH var Q serian og B2 sub frá D&B brúkt saman við Soundcraft pultinum hjá Kelduni.